Móttøkulærlingur

Hotel Brandan
Søk Starvið

Byrja tína yrkisleið sum móttøkulærlingur á Hotel Brandan

Hevur tú eitt ynski um at starvast í tænastuvinnuni? Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av okkara dugnaliga toymi, har tú sleppur at læra og vaksa í einum livandi og vinarligum umhvørvi. Vit søkja eftir einum móttøkulærlingi, ið brennur fyri at veita góða tænastu. Vit bjóða tær eitt lærupláss við góðum og ágrýtnum starvsfeløgunum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini.

Vit bjóða
Gott samanhald
Læru um tænastu á høgum altjóða støði
Ágrýtnar starvsfelagar, harímillum fleiri aðrar lærlingar
Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag
Møguleika at royna teg á Hotel Hafnia
Lærupláss á einum GreenKey hotelli

Vit vænta, at tú
Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
Trívist í einum lívligum umhvørvi
Hevur áhuga fyri ferðavinnu.
Sært tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði

Starvssetan og umsóknarfreist
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsbyrjan er 4. maj 2026 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 19. apríl 2026. Skúlagongdin er í Danmark.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðanfyri.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Guðrið Hovgaard, á tel. 239271.