Móttøkulærlingur

Hotel Brandan
Søk Starvið

Hevur tú áhuga í at starvast í tænastuvinnuni, har tú ert við til at seta dám á upplivingina hjá gestum úr øllum heiminum?

Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av okkara dugnaliga toymi, har tú sleppur at læra og mennast í einum altjóða, fjølbroyttum og hugnaligum umhvørvi. Vit bjóða tær eitt lærupláss við góðum og ágrýtnum starvsfeløgum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini.

Vit bjóða

  • Eitt arbeiðspláss, har vit leggja dent á trivnað, góðsku og professjonalismu
  • Eitt gott og gevandi lærlingaumhvørvi
  • Læru um tænastu á høgum altjóða støði
  • Lærupláss á einum Green Key góðkendum hotell

Vit vænta, at tú

  • Ert fyrikomandi, álítandi og tænastusinnað/ur
  • Trívist í einum lívligum umhvørvi, har tú hittir fólk úr øllum heiminum
  • Hugsar í loysnum, tekur ábyrgd og hevur gott yvirlit
  • Dugir danskt, av tí at skúlagongdin er í Danmark. Harumframt dugur tú at samskifta á enskum og norðurlendskum mál

Umsóknarfreist og setanartreytir

Starvsbyrjan er eftir avtalu. Freistin at søkja er 22. oktobur 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðast á heimasíðuni.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina HER.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við móttøkuleiðaran Guðrið Hovgaard á tlf. 239271.