Parttíðarstarv

Katrina Christiansen
Søk Starvið

Parttíðarstarv sum tænari til Katrinu Christiansen

Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr góða tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum akkurát nakað fyri teg!

Vit sóknast eftir tænarum til okkara livandi matstova at byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða
Eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag. Vit bjóða tær inn í eitt toymi við dugnaligum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. Tú fært góða upplæring og fittar og dugnaligar starvsfelagar. Starvið riggar væl at hava við síðurnar av lesnaði.

Vit vænta, at tú

  • trívist ímillum fólk og hevur eitt smílandi lyndi, eisini tá nógv er at gera
  • ert 18 ár ella eldri, tí tú skalt borðreiða rúsdrekka

Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum. Freistin at søkja starvið er 10. mai 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðanfyri. Meira fæst at vita um starvið, við at seta teg í samband við Pernille Nielsen, matstovuleiðara á tel. 27 43 94.