Parttíðarstarv sum tænari til nýggju matstovuna ‘Tubbak’
Tann 22. juni letur nýggj spennandi matstova upp í hjartanum í Havn.
Tubbak er eitt nýtt og øðrvísi matstovukonsept, ið sameinir dygdargóðar grillrættir við nýmótans sushi, sum hevur íblástur úr Suðuramerika og Asia. Matupplivingin verður heilt serstøk – við skapandi deilirættum og kokkteylum, livandi tónleiki, spennandi tiltøkum og einari show‑bar í miðjuni.
Um starvið
Sum tænari á Tubbak verður tú partur av eini matstovu, har upplivingin er líka stórur partur av máltíðini, sum maturin sjálvur. Tú verður tann, sum tekur ímóti gestunum og setir dám á vitjanina. Tú ráðgevur, serverar og tryggjar, at øll økini í matstovuni eru innbjóðandi, so at gestirnir fáa eina minnisríka uppliving. Her arbeiðir tú mitt í einum kreativum umhvørvi, har rættir og kokkteyls verða borðreidd við estetikki, smakki og eyka stíli.
Tú
- Dámar væl at samskifta við gestir, og veit, hvussu umráðandi góð tænastu er
- Er væl skipað/ur og dugir at hava yvirlit, eisini undir trýsti
- Ert 18 ár ella eldri, tí tú skalt borðreiða rúsdrekka
- Royndir innan tænastu eru ein fyrimunur, men ikki eitt treyt
Vit bjóða tær
- Eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag og sum riggar væl at hava við síðuna av lesnaði
- Eitt livandi arbeiðsumhvørvi, við einum fjølbroyttum arbeiðsdegi og góðum møguleikum at læra og mennast
- Upplæring í tænastu, mat- og drekkiskránna, og hvussu tú skapar góðar gestaupplivingar
- Eina jaliga arbeiðsmentan við dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum
Setanartreytir
Setanartreytir fylgja Gistingahús- og Matstovusáttmálanum.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 24. mai 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Starvsbyrjan er 15. Juni 2026. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara matstovuleiðaran Regitze á rm@tubbak.fo