Parttíðarstarv

Kafé Kaspar
Søk Starvið

Trívist tú í einum lívligum og hugnaligum kaféumhvørvi og dámar tær at veita góða tænastu og skapa góðar upplivingar?

Vit sóknast eftir einum tænastusinnaðum starvsfólki til Kafé Kaspar, sum kann byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða

  • Fleksiblar arbeiðstíðir, sum kunnu tillagast til tín gerandisdag
  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag saman við hjálpsomum og dugnaligum starvsfeløgum
  • Eitt arbeiðsumhvørvi við góðum samanhaldi og einum óformellum tóna
  • Starv á einari Kafé á einum góðkendum GreenKey hotelli

Vit vænta, at tú

  • Trívist væl millum fólk og hevur eitt smílandi lyndi, eisini tá nógv er at gera
  • Ert 18 ár ella eldri, tí tú skalt borðreiða rúsdrekka

Setanartreytir

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum. Freistin at søkja starvið er 18. oktober 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðanfyri.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Zandru, leiðara, á tlf. 23 31 49 ella við at senda ein teldupost til: kaspar.manager@hafnia.fo.