Sølu-og marknaðarleiðari

Hotel Hafnia & Hotel Brandan
Søk Starvið

Sølu-og marknaðarleiðari til Hotel Hafnia & Hotel Brandan

Kundi tú hugsað tær at selt og marknaðarført tvey av fremstu hotellunum í Føroyum? Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og framskygdum sølu- og marknaðarleiðara til at menna og tryggja ein framhaldandi vøkstur av Hotel Hafnia og Hotel Brandan.

Um starvið

Tú kemur at hava ábyrgdina av sølu og marknaðarføringini av hotellunum, og verður við til at styrkja okkara marknaðarføring og økja um søluna av kømurum, fundum og konferansum. Harafturat tryggja, at vit framhaldandi veita eina avbera góða tænastu og ógloymandi upplivingar til okkara gestir. Tú verður leiðari av einum royndum og dugnaligum toymi, og fært ábyrgdina av at leiða og optimera mannagongdir, og saman við toyminum tryggja ein strategiskan reyðan tráð millum sølu og marknaðarføring.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at:

  • menna og fremja sølu- og marknaðarætlanir, sum stuðla undir vøkstur og styrkja kappingarførið hjá hotellunum
  • tryggja optimala prísáseting og inntøkuoptimering á hotellunum
  • kenna sølubudgettið og arbeiða miðvíst fyri at røkka teimum ásettu málunum
  • tryggja gott samstarv við agentar, operatørar, fyritøkur og gestir
  • leiða og menna starvsfólkini og tryggja góðan trivnað á deildini

Vit bjóða

Eitt fjøllbroytt og spennandi starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at seta títt fingramerki á menningina av Hotel Hafnia og Hotel Brandan.

Tú verður partur av einum sterkum og dugnaligum leiðslutoymi, har samstarv, sparring og menning eru í hásæti.

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • ert við til at tryggja góðan trivnað millum starvsfólkini á deildini, umframt eitt gott samstarv við starvsfelagar á hotellunum
  • ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir væl at skapa góðar relatiónir

Starvssetan og umsóknarfreist

Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 15. november 2026. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á síðuni. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Pætur Trónd, hotellstjóra á tel. 78 87 44 ella Hjørdis í Dávastovu, HR-leiðara, á tel. 23 59 50.