Sushi kokkur til nýggju matstovuna ’Tubbak’
Tubbak er eitt nýtt og øðrvísi matstovukonsept, ið sameinir dygdargóðar grillrættir við nýmótans sushi, sum hevur íblástur úr Suðuramerika og Asia. Matupplivingin verður heilt serstøk við skapandi deilirættum og kokkteylum, livandi tónleiki, spennandi tiltøkum og einari showbar í miðjuni.
Um starvið
Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum sushi kokki, sum hevur áhuga fyri japanskari matmentan og dámar sera væl at arbeiða við góðsku og smálutum. Sum sushi kokkur á Tubbak fert tú at hava ábyrgd av framleiðslu og menning av okkara sushi-rættum. Tú arbeiðir við frískum rávørum og ert við til at tryggja eina matuppliving á høgum støði.
Tú
- Hevur royndir sum sushi kokkur
- Hevur gott innlit í handfaring av fiski og øðrum sushi-rávørum
- Gongur høgt upp í reinføri, góðsku og matvørutrygd
- Ert væl skipað/ur og dugir at arbeiða undir trýsti
- Ert álítandi og hevur ein jaligan hugburð
- Trívist væl í einum toymi og leggur dent á gott samstarv
Vit bjóða tær
- At gerast partur av einum nýggjum og spennandi matstovukonsepti
- Ein nútímans og væl útgjørdan køk
- Eitt arbeiðsumhvørvi við høgum fakligum støði og einum góðum samanhaldi
- Góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning
- Møguleika at seta tín dám á menningina av sushi-konseptinum
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.
Umsóknarfreist
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Starvsbyrjan er 1. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 20. september 2026. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við okkara høvuðskokk, Karolina, á chefmanager@tubbak.fo.