Tænaralærlingur

Tubbak
Søk Starvið

Kom og gerst tænaralærlingur á Tubbak – okkara nýggju og nýmótans matstovu.

Vit leita eftir tær, sum møtir fólki við einum smíli og hevur hug at geva gestunum eina serstaka uppliving. Sum lærlingur á Tubbak fært tú eina útbúgving, har tú mennir teg bæði fakliga og persónliga – og fært dygga vitan um gastronomi, vín og góða tænastu.

Um Tubbak

Tubbak sameinir grill og sushi í eini serstakari gastronomiskari uppliving, har smakkir úr Suðuramerika og Asia verða tulkaðir við føroyskum rávørum. Konseptið snýr seg um at deila rættir og njóta eina framúrskarandi matuppliving saman.

Vit bjóða

  • Eitt arbeiðspláss, har vit leggja dent á trivnað, góðsku og tænastu
  • Læru um tænastu á høgum altjóða støði
  • Eitt gott lærlingaumhvørvi
  • Ein fjølbroyttan og spennandi arbeiðsdag, har tú eisini hevur møguleika at royna teg á hinum matstovunum hjá P/F Hotel Hafnia
  • Lærupláss á einum Green Key góðkendum hotelli

Vit vænta, at tú

  • Ert fyrikomandi, álítandi og tænastusinnað/ur
  • Trívist í einum lívligum og fjølbroyttum umhvørvi
  • Ert áhugað/ur í at læra meira um tænastu, gastronomi, kokkteylir og alt annað, ið lyftir upplivingina hjá gestunum

Umsóknarfreist og setanartreytir

Starvsbyrjan er 1. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 28. juni 2026.

Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við matstovuleiðaran Regitze Pihl, á tel. 23 31 45.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina HER.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðast á heimasíðuni.